Heim

Barna Grand Prix 4 í Runavík

23/3-2025


Telva var í 2 aldursbólkum, 4. flokkur og yngri, og 5. flokkur og eldri.

Vinnarinir vóru hesir:

4. flokkur og yngri

5. flokkur og eldri

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her.

Myndir frá kappingini kunnu síggjast her.

Seinasta umfar í liðkappingini

22/3-2025

Seinasta umfari í liðkappingini, er felagsumfar, og telva verður í Kollafirði.

Tað er spenningur í botnstríðnum, har vit liggja 1/2 stig aftast.

Vit møta sterkasta liðnum í 2 deild, har vit skulu royna at knúgva teimun.

Harumframt hevði tað eisini veri kærkomi um Klaksvík 3, vann á HT3.

Til ber at síggja nakrar myndir, frá umfarinum, við at trýsta á  her.


Dagført 23/3-2025

Tað gekst ikki sum ætla hjá okkum í gjár.

So vit koma at telva í 3 deild komandi kappingarár.


Eitt flott úrslit hjá unglinginum.

20/3-2025

Ein liðkapping fyri unglingar, hevur koyrt nú í nakrar vikur.

Tað hevur veri telva 3 mikukvøld, 10 umfør íalt.

Vit hava havt 6 telvarar við, sum hava skift um at vera við.

Og teir fingu eitt flott úrslit, endaliga støðan gjørdist eitt 2 pláss.

Vónandi er hetta tekin uppá, at vit fara at fáa fleiri unglingar at støðast í felaginum.

Nakrar myndir frá kappingini kunnu síggjast í myndasavninum, ella við at trýsta á her.